Testamentir til Ísrael

Hugsa um vælgerðararbeiðið hjá Keren Hayesod
og fá eitt ævigt minni í Ísrael.

Eitt ævigt minni í Ísrael
Nógv hava eitt ynski um, at ein partur av ogn ella peningi teirra eftir at tey eru farin foldum frá skal latast til ein vælgerðarfelagsskap, sum t.d. ísraelska Keren Hayesod – eisini undir navninum, Danska Ísraelinnsavningin.
Soleiðis hevur tú ein møguleika, at fáa eitt minni eftir teg í Ísrael.

Eitt testamenti er eitt yvirlit yvir tíni ynski, um hvat skal henda við ognum tínum eftir at tú ert farin herfrá. Tíni virðir kunnu vera reiður peningur, virðisbrøv, lutir ella fast ogn.

Øll kunnu skriva sítt egna  testamenti, og um tú hevur ávís ynski, ið kunnu broyta arvabýtið í mun til lógina, so eigur tú at skriva eitt testamenti. Um tú ikki skrivar eitt testamenti, verður arvuin býttur eftir reglunum í lógini. Skuldi tað hent, at eingir arvingar eru,  so fellur ognin til landið, stórt sum smátt.

Tú burdi gjørt eitt testamenti, í meðan tú enn hevur orku til tað, soleiðis,  at misskiljingar ikki uppstanda, tá testamenti gerst virkið og tað kann vera gott at hugsa um rætta orðing.

Um tú ynskir at lata Keren Hayesod eina peningagávu, kunnu vit hjálpa tær við at finna ein sakførara, ið ókeypis veitir ráð og vegleiðing.

Hvussu skrivar man eitt testamenti?

Testamenti kann skrivast av sakførara ella av tær sjálvum. Men fyri at testamentið skal hava gildi, eru ávís krøv, ið skulu vera uppfylt, fyri at tryggja, at ásetingarnar í testamentinum verða fylgdar, tá tað verður aktuelt. 

Broyt ella tak testamenti aftur

Tú kanst frítt broyta ella taka testamentið aftur, um tað ikki er gjørt óbroytiligt. Vil tú gera broytingar í testamentinum, verður tað gjørt á sama hátt, sum tá tað varð sett upp. Tá talan er um broyting og avlýsing er tað eitt gott hugskot, at fáa ráðgeving frá einum sakførara.

Soleiðis kann títt seinasta ynski gerast til eitt meiningsfult íkast fyri Ísrael

Ísrael og Føroyar hava seinastu nógvu árini havt tøtt bond, bæði søguliga og átrúnaðarliga. Føroyska siðvenjan, at hjálpa menniskjum í neyð, hevur leingi verið ein veruligur stuðul til arbeiðið hjá Keren Hayesod, ið hjálpir mongum at fáa eitt frælst lív í Ísrael. Bæði jødiskir og ikki-jødiskir vinir Ísraels taka lut í hesum arbeiði. Tín gáva kann vera við til at tryggja jødiska fólkinum eina tryggari framtíð.

Tú kanst velja, um gáva tín skal stuðla einum ávísum endamáli, sum tú hevur serligt hjarta fyri. Hetta kann vera hjálp til sjúk, eldri og brekað, ella útbúgving til børn og ung. Tín gáva kann eisini nýtast til tað, sum í løtuni verður mett at havastørsta tørvin.

Hví stuðla?

Av tí, at uppgávurnar krevja so nógva orku, megna ísraelsfólk ikki at loysa hesar uttan uttanveltaðan stuðul. Ísrael tekur á hvørjum ári ímóti túsundtals tilflytarum úr øllum heiminum, ið øll hava eitt ynski um, at verða integrerað í samfelagið. Túsundtals menniskju skulu læra eitt nýtt mál, ið er hebraiskt, og útbúgvast til umstøðurnar í Ísrael, øll skulu fáa ein møguleika at klára seg sjálvi. Tørvur er á, at byggja bústaðir, sjúkrahús, barnagarðar og skúlar – alt tað, ið hoyrir til í einum nútímans samfelagi. Vegna støðuna í Ísrael er tilbúgving eisini neyðug, ið kann veita hjálp til ísraelsfólk, sum eru  rakt av yvirgangi og familjum teirra.

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við skrivstovuna hjá Keren Hayesod á telefon + 00453393 2466 ella skriva til info@ddi-indsamling.dk, um tú ynskir meira kunning ella hjálp til at gera eitt testamenti. Tín fyrispurningur verður sjálvandi viðgjørdur í fullum trúnaði.